Tiltøk

<< Oktobur 2017 >>
Mi Fr Ley Su
            1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
30 31          

Ongin tiltøk.

Snarboð

Logga á fyri at skriva eini snarboð.

Eingi snarboð enn.

Nevndin & Viðtøkur

Nevndin í TRCF:

Ísak N. Jacobsen, formaður
Símun D. Simonsen, næstformaður
Birgir Simonsen, skrivari og kassameistari
Per G. Pedersen og Sveinbjørn Olsen, nevndarlimir
Petur Hermansen og Jan Hansen, eykalimir




Viðtøkur Tórshavnar RC-Felags:


Felagið er frítíðarfelag, og endamálið er at fremja og menna modelflúgving og  –sigling og –koyring.


Felagið verður stýrt av 5-manna nevnd, ið skipar seg sjálva við formanni, næstformanni, kassameistara og skrivara.


Aðalfundur skal vera einaferð um ári, helst í mars, við hesi dagsskrá:

A. Formaðurin greiðir frá farna ári.

B. Framløga av roknskapi.

C. Val av nevnd + tveimum tiltakslimum.

D. Ásetan av limagjaldi.

E. Ymiskt.


Aðalfundurin skal fráboðast limunum við teldubrævi ella vanligum brævi hóskandi tíð frammanundan.


Er talan um upphæddir omanfyri 3000 kr krevst øll nevndin fyri at binda felagið. Í øðrum førum kann formaðurin ella kassameistarin gera tað.


Roknskaparárið er frá 1.1 til 31.12.


Øll kunnu gerast limir í felagnum við at gjalda limagjaldið. Um limur er meira enn 1 ár í eftirstøðu við limagjaldinum, verður hann strikaður í limalistanum.


Viðtykið á ársaðalfundi 19.Apríl 2017.

Síðan uploadar upp á: 0.16 sekund
59,596,999 Einstakar vitjanir