RC-kvøld fyri bilmenn
Skrivað av Sveinbjørn Olsen tann 22. May 2013 22:13
Sum eina roynd, so fara vit at hava komandi RC-kvøld 5.Juni, úti á Velbastaðhálsi, í bátahúsinum.

Hettar er fyri at vit kunnu vera á økunum hjá RC-felagnum, og fyri at kunna koyra í friði og náðum. Vit hava nemliga haft trupuleikar við at nábúgvar hjá Hjálpirót, hava grenja um larm, tá vit hava koyrt uttanfyri har, fyri at innstilla bilarnar.

Samstundis so verður ein Crawlarabreyt sett upp, so vit kunnu royna hana. So er bara at hopa uppá at veðri verður betur enn seinast, tá kava stormur kom.