RC-koyribreytin á Velbastaðhálsi
Skrivað av Sveinbjørn Olsen tann 24. June 2012 14:05
RC-breytin á Velbastaðhálsi er nú endurnýggja.
Vit vóru uml.10 mans fríggjadagin og leygardagin og renoeraði breytina.

Arbeiði gekk gott. Vit byrjaðu kl. 18 fríggjadagin og vóru til kl. 01, tá vit ikki kundu meira, vegna mangul uppá brennievni o.a.
Leygardagin byrjaðu vit kl.11 og vóru heilt fram til kl.01 sunnunáttina.
Tilfarið rakk akkurát til, so væl var útrokna frammanundan.

Nú hopi eg so sannuliga, at hon verður brúkt meiri og at fólk tíma at koma harút at koyra, ístaðin fyri at koyra hvør sær á ymsum støðum í býnum.