Koyribreytin á Velbastaðhálsi
Skrivað av Sveinbjørn Olsen tann 07. June 2012 09:48

Á seinasta aðalfundi bleiv játta uppskot um at reparera/endurnýggja koyribreytina á Velbastaðhálsi.

Vit RC-bilmenn hava RC-kvøld hvørt fyrsta mikukvøld í hvørjum mánaði.
(sjá referat)
Í gjárkvøldið tóku vit tað upp á RC-kvøldinum. Har bleiv avgjørt at vit byrja arbeiði 22.Juni seinnapartin.

- Sveinbjørn & Andrass skaffa tilfar og maskinur.
- Sólbjørn Fríði og onkur annar fara út at máta upp/merkja av.

Vit hava brúk fyri, at so nógvir mans sum gjørligt, koma at hjálpa.

Arbeitt verður langt út á kvøldið/náttina fríggjadagin og leygardagin. Sunnudagin rudda vit upp.